Risin og bóndin leikaðu leik
Risin vann og bóndin veik
"Eg havi lúkað treytir mín
Eg vil hava sonin frá tær,
Uttan tú goymir hann fyri mær."
Tá man goymslan gerðast long.
Hvat skal mær harpan undir míni hond,
Vil ikki frægur fylgja mær á onnur lond.
"Eg vildi, mín Hønir veri til
Vita, hvussu goymslan ganga vil."
"Hoyr tú Hønir, eg talið til tín
Tú skalt goyma sonin mín!"
Fyri eysan flugu svanir tveir
Niður hjá Hønir settust teir.
Hønir biður nú vera svein
Hvat skal mær harpan undir míni hond,
Vil ikki frægur fylgja mær á onnur lond.
Áður enn teir høvdu hálvtalað orð
Tá var Lokki inn fyri borð
Hvat skal mær harpan undir míni hond,
Vil ikki frægur fylgja mær á onnur lond.
"Tú veitst einki av mínari neyð,
Skrímslið ætlar mín sonar deyð
Hvat skal mær harpan undir míni hond,
Vil ikki frægur fylgja mær á onnur lond.
So er í fornum frøði sagt
Hvat skal mær harpan undir míni hond,
Vil ikki frægur fylgja mær á onnur lond.
Hvat skal mær harpan undir míni hond,
Vil ikki frægur fylgja mær á onnur lond.